Kunning
Upplatingartíðir
Blákollan letur upp kl. 7.30 og letur aftur kl. 17.00, Tó kunnu vit opna 7.15, men so mugu tit boða frá dagin fyri.
Máltíðir
Umleið kl. 12.00. Børnini eta matpakka, sum tey hava við sær heimanífrá, Vøggustovan etur eitt sindur fyrr uml 11.30. Minnist til, at maturin skal vera í mateskju við navni á. Til máltíðirnar bjóðar stovnurin mjólk og vatn.
Umleið kl. 14.30 bjóðar stovnurin millummála. Vit fáa frukt hvønn dag, eisini verður onkuntíð baka, gjørt greytur v.m
Blæður
Stovnurin letur IKKI blæður til tey sum hava tørv á tí. Tað mugu foreldrini hava við.
Sjúka- og frídagar
Um ikki onnur avtala er gjørd skulu børnini vera komin á stovnini í seinasta lagi kl. 10.00. Børnini skulu avleverast á stovninum, hettar tí at vit meta at tað er tann besta avleveringin fyri barnið. Um tit koma seinri, og ikki hava gjørt avtalu frammanundan, kunnu tit koma til matpakka kl 12.00.
Er barni sjúkt, skal tað ikki koma í barnagarð. Við sjúku meinast alt sum er smittuspjaðandi, ella um støðan hjá barninum er so vánalig, at tað ikki orkar at fylgja við dagsskránni í barnagarðinum ella vera millum hini børnini.
Um barni ikki kemur í barnagarð orsaka av sjúku ella hevur frí, vinarliga boðið okkum frá í seinasta lagi kl. 9.30.
Skiftiklæðir
Barnið eigur at hava klæðir við, ið hóska til verðrið, eisini eigur barni at hava skiftiklæðir liggjandi í kurvini.
Minnist til at seta navn á klæðini.
Leikur
Loyft er at hava leikur við í barnagarð á ávísum døgum. Starvsfólkið tekur sær onga ábyrgd av, um tær vera burtur ella skaði kemur á tær.
Føðingardagar hjá børnunum
Um ætlanin er at hátíðarhalda føðingardagin í barnagarðinum, tosið við starvsfólkið á stovuni um, hvussu dagurin skal haldast.
Um barni ynskir at hátíðarhalda føðingardagin heima, skulu innbjóðingarkortini gevast privat og ikki leggjast í plássini hjá børnunum.
Matdagar
Nakrar ferðir árliga skipar stovnurin fyri matdegi.
Hendan dagin hava børnini ikki matpakka við, men onkran viðskera, breyð ella smør. Við hvørt er heitur matur í staðin fyri kalt borð, tá gjalda foreldrini umleið 20 kr. fyri hvørt barn.
Eisini hava stovurnar matdagar hvør í sær og boða frá hesum í góðari tíð.
Túrar og útferðir
Vit gera nógvar túrar. T.d. vitja vit spælipláss, aðrar stovnar og fara annars nógv út í náttúruna.
Serliga í summarhálvuni verða longri útferðir gjørdar, t.d. til Viðareiðis, í Eysturoynna, Havnar v.m.
Evnisarbeiði
Vanligt er at hava bólkaarbeiði um ymisk evni, har børnini eru í bólkum eftir aldri og førleika.
Einaferð um árið luttekur Blákollan í felagstiltakinum saman við stovnunum í Klaksvíkar kommunu. Blákollan hevur eins og hinir dagstovnarnir í Klaksvík samstarv við Klaksvíkar Bókasavn. Stovnarnir skiftast um at skipa fyri ymiskun tilkøkum á bókasavninum.
Samling
Klokkan 10 hava stovurnar samling, har verður sungið, spælt og tosað. Álvarslig evni sum t.d. happing og sjúka/ deyði, verða ofta viðgjørd í samlingini.
Fimleikur
Saman við hinum stovnunum í Klaksvík, hevur Blákollan atgongd til fimleikarahøllina, eina ferð um vikuna. Onkuntíð eru øll børnini í Blákolluni við, aðrar tíðir verður farið í bólkum.
<aftur
|
January 2025
Sun | | | Mik | | | Ley |
| 1 | 2 | 3 | 4 |
5 | 6 | 7 | 8 | 9 | 10 | 11 |
12 | 13 | 14 | 15 | 16 | 17 | 18 |
19 | 20 | 21 | 22 | 23 | 24 | 25 |
26 | 27 | 28 | 29 | 30 | 31 | |
|
|
|
|
Tiltøk
|
|