Endamál
Endamálið fyri stovnin er sambært dagstovnalógin, har dentur verður lagdur á at geva børnunum góðar og mennandi avbjóðingar, tryggleika og umsorgan.
Dentur verður eisini lagdur á gott foreldrasamstarv.
Vit veita barninum tryggleika við
- at skapa álit
- at styrkja sjálvsvirði og sjálvkenslu barnsins
- at geva rúm fyri øllum kenslum
Vit veita barninum umsorgan við
- at góðtaka tey sum persónar
- at læra barnið, at hava virðing og ábyrgd fyri sær sjálvum og øðrum
- at stimbra barnið rørsluliga
Foreldrasamstarv
Blákollan leggur stóran dent á gott foreldrasamstarv. Fyri at børn og foreldur kunnu koma at trívast á stovninum, er tað umráðandi at foreldur geva sær stundir at tosa við starvsfólkið, tá tey koma við og eftir barninum.
Fortreytin fyri einum góðum foreldrasamstarvi er, at foreldur og starvsfólk vísa hvørjum øðrum álit og virðing og í felag stremba eftir, at barnið fær eina góða byrjan á stovninum.
Foreldrafundur er tvær ferðir um árið, og foreldraviðtalur eru eina ferð um árið. Annars eru foreldur altíð vælkomin at venda sær til leiðaran ella starvsfólkið.
<aftur |
January 2025
Sun | | | Mik | | | Ley |
| 1 | 2 | 3 | 4 |
5 | 6 | 7 | 8 | 9 | 10 | 11 |
12 | 13 | 14 | 15 | 16 | 17 | 18 |
19 | 20 | 21 | 22 | 23 | 24 | 25 |
26 | 27 | 28 | 29 | 30 | 31 | |
|
|
|
|
Tiltøk
|
|